Kostnaður
Limagjaldið hjá Eysturskot er einans 100 KR
1 runda í OL-Trap er 25 dúgvur sum er býtt ímillum 5 standpláss. Tað er loyvt at brúka 2 skot eftir hvørjari dúgvu.
Patrónurnar skullu hava stálhøgl og eina høglstødd ímillum 6 og 9 og max 28gram.
Eysturskot hevur eina lítla goymslu av patrónum, og tær kosta 2 Kr stk.
Tilberð at keypa patrónir frá Jógvan Weihe og eru tær nakað bíligari.
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------
Hesir prísir eru galdandi á breytuni hjá Eysturskot fyri limir í skjótifeløgum undir Skjótisamband Føroya.
Depositum fyri dúgvukort er 300 KR sum verður afturgoldið tá kortið verður latið innaftur.
1 runda á 25 dúgvur kostar..................25 Krónur + patrónir
10 rundir............................................250 Krónur + patrónir
20 Rundir...........................................500 Krónur + patrónir
Ikki limir gjalda
1 runda á 25 dúgvur kostar.................50 Kr + patrónir
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Um arbeiðspláss ella einstaklingar hava hug at leiga breytuna, letur tað seg væl gera. Einasta treytin er at tað eru minst 6 gjaldandi persónar.
Felagið hevur byrsur og brillur og hoyravernd.
Prísur fyri leigu av breytini er
250 Kr pr/persón fyri hvørja rundu, alt írokna.
Seti tykkum í samband við Eysturskot á teldupostið
Eysturskot@gmail.com