Eysturskot er títt felag

Ágrýtni - Dygd - Trúvirði - Virðing

  • Dage
  • Timer
  • Min
  • Sek

Komi og royni leirdúgvuskjóting:

Mikudag kl.17:00 skjóta vit Nordisk Trap, tit eru

vælkomin at royna hesa greinina, øll kunnu vera við. 


Kapping í OL Trap 24.mai

Leygardagin 24.mai er kapping á breytuni hjá okkum í Leirvík.

Kappingin er í OL Trap og skotið verður eftir 75 dúgvum innleiðandi.

Eftir innleiðandi umførðini fara 6 teir fremstu í eina ISSF finalu.(2017)

Um fleiri skjúttar luttakað, sum vit eisini vóna, verður eisini finala í A bólkinum fyri teimun næstu 6 skjúttunum eftir Meistarabólkin. Hesir skjóta eitt eyka umfarð á 15 dúgvur, har nullstilla verður áðrenn finaluskjótingina.

Tilmelding í seinasta lag kl.20:00 hósdagin 22.mai.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til eysturskot@gmail.com

Luttøkugjaldið er 350 kr men 100 kr fyri unglingar 21 ár og yngri.

Luttøkugjaldið skal verða móttikið á konto

9865-3084811 áðrenn kappingarbyrjan

Byrja verður at skjóta kl.9:00

Allir skjúttar møta kl.8:30

Venjing til kappingina er hósdagin 24.april kl.17:00

----------------------------------------------------------------------------------


Alex Johannesen skrivar enn einaferð søgu.

Hann er fyrsti skjútti sum er NR.1 á trimun styrkilistum í senn, ótrúligt, OL Trap - ABT - Nordisk Trap.

Hann hevur veri føroyameistari í øllum skjótigreinunum innan leirdúgvu skjóting, Skeet vann hann 3 ferð á rað sum unglingi áðrenn hann byrjaði við ABT, og seinri bleiv tað so OL Trap og nú eisini Nordisk Trap.

ChatGPT skrivar um Alex:

Alex er ein av fremstu leirdúgvuskjúttum í Føroyum…..

Hann er virkin limur í Eysturskot og hevur havt stóra ávirkan á menningina av leirdúgvuskjóting í Føroyum

“Hann er eisini kendur sum tann mest vinnandi Trap skjúttin í Føroyum” og at Alex er ein týðandi persónur innan føroyska leirdúgvuskjóting og hevur við sínum úrslitum og virki styrkt ímyndina av Føroyum sum ítróttar nýskipari”


Vitja: Spurningar / Svar

 

Um tit hava spurningar um leirdúgvu skjóting

skriva so til eysturskot@gmail.com

og vit svara so gott vit kunnu...

Sølutorg:

Um tit hava eitthvørt til sølu sum hevur við byrsur ella líknandi at gera, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost, og vit leggja tað út á okkara sølutorg.

 

 

 

 

 

 

 

 








Hesir stuðlar eru okkum ómetaliga dýrabarðir.