Eysturskot er títt felag

Ágrýtni - Dygd - Trúvirði - Virðing

Reglar á breytuni

Tað er einans loyvt at skjóta við stál høglum.

Høglstøddin skal vera ímillum 6-9  ( upp til 28 gram )

Tað er ikki loyvt at brúka Pumpgun ella hálvautomatiskar.

Brillur og oyravernd skal nýtast

 

Generellar reglur + OL Trap

Byrsan (9.2.2):

Fyri trygdina skuld, skulu allar byrsur, eisini tómar, handfarast við størsta varsemi (revsing fyri brot – møgulig diskvalifikatión)

a) Vanligar dublettir skulu berast tómar og sjónliga opnar

b) Hálvautomatiskar byrsur skulu berast sjónliga opnar við trygdarflaggi í kamarinum, og múlanum peikandi beint upp ella niður

c) Byrsur, sum ikki eru í nýtslu, skulu standa í vápnastativi, vera í afturlatnum kufferti e.l.

d) Allar byrsur skulu vera óløddar, uttan tá skjúttin stendur á plattinum, og boð eru givin um, at skjótingin kann byrja

e) Patrónir mugu ikki setast í byrsuna, fyrr enn skjúttin stendur á plattinum, vendir rættan veg og byrsan vendir móti skotrætninginum og aftaná, at dómarin hevur givið loyvi (tó kann byrsan berast lødd frá platti 1 – 2 – 3 – 4 – 5, men tóm frá platti 5 – 6 og frá 6 – 1, men altíð opin, sí 9.9.2.g)

f) Verður skjótingin avbrotin, skal byrsan opnast og patrónirnar takast úr byrsuni g) Skjúttin má ikki fara av plattinum, fyrr enn byrsan er opin og tømd

h) Aftaná seinasta skotið í runduni, skal skjúttin tøma byrsuna og dómarin staðfesta, at hendan er tóm, áðrenn farið verður av breytini og byrsan sett í stativ e.l.

i) Tað er forboðið at handfara afturlatna byrsu, um fólk eru stødd framman fyri plattin í skotrætninginum

Ymiskt

• Ikki er loyvt at sikta ella skjóta eftir dúgvu hjá øðrum skjútta ella at sikta ella skjóta eftir livandi fuglum ella djórum (9.2.3.b)

• Skjótast má bert, tá skjúttin eigur tørn, og dúgvan er send avstað (9.2.4.a)

• Við loyvi frá dómaranum, kunnu royndarskot skjótast (max. 2) beint áðrenn byrjan av fyrsta umfari tann dagin (9.2.4.b)

• Royndarskot er eisini loyvt beint fyri byrjan av finalum ella áðrenn shoot-off undan finalum (9.2.4.c)

• Royndarskot mugu ikki verða skotin niður í vøllin innan fyri skjótiøki (9.2.4.d)

• Loyvi kann gevast til royndarskot eftir, at ein byrsa er umvæld, men skal avtalast við høvuðsdómaran (9.2.4.e)

• Tá dómarin steðgar skjótingini, skal skjótingin steðga beinanveg, og skjúttin skal tøma byrsuna og tryggja hesa (9.2.5.a)

• Skjútti, sum handfer afturlatna byrsu, aftaná dómarin hevur givið boð at steðga, og uttan loyvi frá dómaranum, kann verða diskvalifiseraður (9.2.5.d)

• Allar slættpípaðar byrsur, íroknað hálvautomatir, men ikki pumpgun byrsur, kunnu nýtast, um tær ikki fara uppum kal. 12 (9.4.2.1)

• Magasin skulu typpast soleiðis, at í mesta lagi 1 patrón kann vera í magasininum (9.4.2.4)

• Loyvt er ikki at skifta eina virkandi byrsu ella partar av henni út undir umfarinum; hetta er eisini galdandi fyri chokes (9.4.2.5)

• Skotløðingin má ikki fara uppum 24,0 gr. (+0,5 gr. frávik). Eftirlitið skal tryggja, at miðalvektin av valdu patrónunum ikki fer uppum 24,5 gram (9.4.3.1.a)

• Litaðar høglskálir eru forbodnar (9.4.3.1.f)

• Nýtir skjútti patrónir, sum ikki eru samsvarandi 9.4.3.1.

a (yvir 24 gr.) verður hann diskvalifiseraður

• Nýtir skjútti patrónir, sum annars ikki lúka treytirnar í 9.4.3.1, fær hann ávaring (gult kort) ella frátøku av stigum (grønt kort) samsvarandi 9.4.1 Kappingarnevndin (jury)

• Kappingarnevndin skal innan kappingarbyrjan kanna breytina fyri at tryggja, at hon livir upp til reglurnar (9.5.2.1.a) og tryggja at dúgvurnar flúgva samsvarandi reglunum (9.5.2.1.b)

• Kappingarnevndin skal undir kappingini kanna byrsurnar, lóðuri og útgerðina hjá skjúttanum (9.5.2.2.d) og taka avgerð um revsing og fremja hesa (9.5.2.2.j-k)

• Kappingarnevndin tekur støðu í øllum málum, sum hædd ikki er tikin fyri í reglunum, ella sum eru ímóti andanum í reglunum (9.5.2.2.i)

Dómarin skal hava grundleggjandi vitan um byrsuskjóting og reglurnar, sum eru galdandi fyri kappingina (9.5.5.1.c).

• Dómarin skal kanna, at røttu skjúttarnir eru til staðar, og at raðfylgjan er røtt (9.5.5.2.a)

• Dómarin skal tryggja, at røtt mannagongd er nýtt, tá skjútti ikki er til staðar sbrt. 9.16.4.3. Rópt verður eftir skjútta 3 ferðir innan fyri 1 minutt; er hann ikki komin tá, sleppur hann ikki við (9.5.5.2.b)

• Dómarin skal beinanveg taka støðu um rakta dúgvu. Er hann í iva, ella skjútti mótmælir, skal dómarin ráðføra seg við síðudómarar, áðrenn avgerð verður tikin (9.5.5.2.c)

• Dómarin skal beinanveg taka avgerð um mista dúgvu, og boðini skulu vera greið (9.5.5.2.d)

• Dómarin skal beinanveg taka avgerð um nýggja dúgvu (eingin ella óreglulig dúgva); hetta skal helst gerast, áðrenn skjúttin skjýtur (9.5.5.2.e)

Avgerð um óregluliga dúgvu kann bert takast beinanveg !

• Dómarin tekur avgerð um ávaringar (gul kort) og stigafrádrátt (grønt kort) fyri reglubrot, tá hetta er hóskandi (9.5.5.2.f)

• Dómarin skal tryggja, at úrslitið fyri hvørt skot er rætt skrásett (9.5.5.2.g)

• Dómarin skal tryggja, at skjúttar ikki verða órógvaðir (9.5.5.2.h)

• Dómarin skal hava eyguni við ólógligari ráðgeving undir skjótingini (9.5.5.2.i)

• Dómarin skal taka støðu til øll mótmæli frá skjúttunum (9.5.5.2.j)

• Dómarin skal taka støðu viðvíkjandi ikki virkandi byrsum (9.5.5.2.k)

• Dómarin skal taka støðu viðvíkjandi brekum (9.5.5.2.l)

• Dómarin skal tryggja, at umfarið verður avgreitt á rættan hátt (9.5.5.2.m)

• Dómarin skal tryggja, at trygdarreglurnar verða virdar (9.5.5.2.n)

• Dómarin skal geva ávaring (gult kort) fyri brot á reglurnar og notera hetta á seðilin, men hann skal ikki geva revsingar ella diskvalifikatión, sum hoyra undir kappingarnevndina (frádrátt í dúgvum ella reytt kort) (9.5.5.3.a-b)

Hjálpardómarar

• Allir skjúttar hava skyldu at vera hjálpardómarar (9.5.6.1.b)

• Hjálpardómarar skulu hyggja eftir øllum sendum dúgvum, eygleiða gjølla um hendan er brotin, áðrenn skotið verður, beinanveg geva tekin, um mett verður, at dúgvan er mist, skriva avgerð dómarans niður á seðilin, um spurdir ráðgeva dómaranum í øllum øðrum viðurskiftum viðvíkjandi dúgvunum, vera plaseraðir soleiðis, at teir síggja alt økið, og greiða kappingarnevndini frá, um ein klaga er komin (9.5.6.2.a-h)

• Um skjútti noktar at vera hjálpardómari uttan haldgóða grund, missir hann seinastu raktu dúgvuna sum revsing. Endurtikin noktan kann føra til diskvalifisering (9.5.6.3)

• Dómarin eigur endaligu avgerðina. Er hjálpardómari ósamdur, hevur hann skyldu at vegleiða dómaran við at rætta armin upp ella á annan hátt fáa samband við dómaran, sum síðan tekur endaliga avgerð (9.5.6.4)

 

Dúgvurnar – regluligar/óregluligar, brotnar, raktar, mistar og eingin dúgva

Regluligar dúgvur

• Ein heil dúgva, rópt út av skjúttanum og send avstað samsvarandi reglunum (9.7.1.a) Óreglulig dúgva

• Ein dúgva, sum ikki er kastað samsvarandi reglunum (9.7.2)

Brotin dúgva

• Ein dúgva, sum ikki er heil samsvarandi reglunum (9.7.3.a)

• Ein brotin dúgva er ein “No target” og skal altíð sendast umaftur (9.7.3.b)

Rakt dúgva

• Ein dúgva verður dømd rakt, tá ein reglulig dúgva verður kastað og rakt samsvarandi kappingarreglunum, og í minsta lagi eitt sjónligt petti er brotið av henni (9.7.4.a)

• Ein støvari, har einki sjónligt petti sæst brotið av, er ikki rakt (9.7.4.b)

• Ein pulvurdúgva verður eisini dømd rakt, um sjónlig mongd av pulvuri sæst eftir, at skotið er (9.7.4.c)

• Allar avgerðir um rakta, mista, óregluliga og onga dúgvu liggja hjá dómaranum (9.7.4.d)

Tað er ikki loyvt at heinta dúgvur upp av breytini at kanna, um tær eru raktar. Mist dúgva

• Ein dúgva verður dømd mist, tá

o hon ikki er rakt á flogi innan fyri mørkini á skjótibreytini (9.7.5.a)

o hon bert støvar, og eingi sjónlig brot eru farin av henni (9.7.5.b)

o skjúttin ikki skjýtur eftir einari regluligari dúgvu, sum hann hevur rópt, og eingin mekanisk ella onnur ekstern orsøk forðaði honum at skjóta (9.7.5.c)

o skjúttin ikki er førur fyri at skjóta av onkrari orsøk, sum má tilskrivast skjúttanum sjálvum (9.7.5.d)

o skjúttin ikki fær skotið, tí hann hevur gloymt ella er komin undir sikringina, ella hann hevur gloymt at løða (9.7.5.e)

o skjúttin aftaná eitt brek hevur opnað byrsuna ella hevur nortið sikringina, áðrenn dómarin hevur kannað byrsuna (9.7.5.g) ella

o talan er um 3. ella framhaldandi brek í somu rundu (9.7.5.h)

o skjúttin ikki rakar við fyrra skotinum, og hevur gloymt at løða seinna skotið ella sikringin hevur flutt seg av fyrra skotinum (9.8.8.4.f)

o skjúttin ikki heldur tíðarfreistina, og hevur fingið gult kort fyri hetta í somu rundu (9.8.8.4.h)

o skjúttin ikki stendur innan fyri mark á plattinum, og hevur fingið gult kort fyri hetta í somu rundu (9.8.8.4.i) Nýggj dúgva (No target)

• Ein No target kann ikki hava týdning, og skal altíð verða send umaftur (9.7.6.a) • Dómarin skal um møguligt døma No target, áðrenn skjúttin skjýtur, og skal dømast uttan mun til, um skjúttin rakar ella ikki (9.7.6.b)

• Aftaná at No target er dømt, kann skjúttin opna byrsuna og gera seg kláran av nýggjum (9.7.6.c)

Trapkappingar – mannagongd

• Tá boð eru givin at byrja, kann fyrsti skjútti lyfta byrsuna til økslina og rópa dúgvuna, sum skal flúgva beinanveg (9.8.2.a)

• Tá úrslitið er kent, kann næsti skjútti gera tað sama o.s.v. (9.8.2.b)

• Tvey skot kunnu skjótast eftir hvørjari dúgvu, uttan tá talan er um finalur og shoot-offs áðrenn ella undir finalum, har bert eitt skot er loyvt. Skjýtur skjútti kortini tvey skot, verður dúgvan dømd mist, uttan mun til, um hon bleiv rakt av øðrum skotinum (9.8.2.d)

• Skjútti 1 ger seg kláran at flyta á platt 2, tá skjútti 2 er liðugur at skjóta o.s.fr. (9.8.2.e)

• Tá rundan er byrjað, má skjúttin ikki lata byrsuna aftur, fyrr enn skjúttin frammanundan er liðugur at skjóta (9.8.2.g)

• Skjúttin, sum hevur skotið, má ikki fara av plattinum, fyrr enn skjúttin aftaná hevur skotið, og úrslitið er skrásett, uttan so, at talan er um skjútta á platti 5; hesin kann fara beinleiðis til platt 6, tó uttan at órógva hinar skjúttarnar á vegnum (9.8.2.h)

• Allar byrsur skulu vera opnar, tá farið verður frá platti 1 til 5, og opnar og óløddar frá platti 5 til 6 og frá platti 6 til platt 1 (9.8.2.i)

• Skjútti, sum løðir byrsuna á platti 6 ella ber lødda byrsu millum platt 5 og 6 fær gult kort; endurtikin brot í somu rundu føra til diskvalifikatión (reytt kort) (9.8.2.j)

• Eingin skjútti, sum hevur skotið á einum platti, má flyta seg soleiðis til næsta platt, at hann órógvar annan skjútta ella dómara (9.8.2.k) Tíðarmørk

• Skjúttin skal vera klárur, lata byrsuna aftur og rópa eftir dúgvuni innan 12 sekund eftir, at skjúttin frammanundan hevur skotið eftir einari regluligari dúgvu, hevur opnað byrsuna og úrslitið er skrásett, ella aftaná at dómarin hevur givið boð um at byrja (9.8.3.a)

• Verður tíðarfreistin ikki hildin, verða revsingar í reglunum nýttar (9.8.3.b)

• Tá 5 ella færri skjúttar eru í runduni, skal tíðin leingjast soleiðis, at skjúttin á platti 5 nær at koma á platt 1 (9.8.3.c)

• Dómarin skal hava eyguni við tíðarfreistini undir vanligu rundunum 9.8.3.d)

Dúgvumørkini

• Hæddin 10 metrar úti skal vera millum 1,5 og 3,0 metrar (+/-15 cm.) (9.8.5.3.a) • Vinkulin í mesta lagi 45 stig til høgru ella vinstru (9.8.5.3.b) og

• Longdin 76,0 metrar +/-1 metur, máld frá forkanti á taki (9.8.5.3.c)

• Dúgvur, sum flúgva aðra leið enn ásett í reglunum viðvíkjandi vinkli, hædd ella longd, eru at meta sum óregluligar (9.8.6.2) Noktað dúgva

• Skjútti kann nokta at skjóta eftir dúgvu, um hon ikki kemur beinanveg, tá hon er rópt; tá dómarin er samdur í, at skjúttin aftaná at hava rópt, varð sjónliga órógvaður av onkrari uttanífrá komandi orsøk, ella dómarin er samdur í, at dúgvan var óreglulig (9.8.7)

• Skjúttin, sum ætlar at nokta dúgvu, skal vísa hetta við at opna byrsuna og lyfta armin upp. Dómarin tekur síðani avgerð. Nýggj dúgva (No target)

• Ein no target er ein dúgva, sum ikki er kastað sambært hesum reglum. Dómarin eigur altíð avgerðina/ábyrgdina at døma No target.

Er No target dømd, skal hon altíð endurtakast, uttan mun til, um hon bleiv rakt ella ikki.

Dómarin skal royna at døma No target, áðrenn skjúttin skjýtur, men uttan mun til hetta, skal dúgvan skjótast umaftur, líkamikið um hon er rakt ella mist (9.8.8.1)

• Nýggj dúgva verður dømd sjálvt um skjúttin hevur skotið, tá (9.8.8.2):

o Ein brotin dúgva kemur út

o Ein øðrvísi litt dúgva enn hinar kemur út

o Skjútti skjýtur, uttan at eiga tørn

o Annar skjútti eisini skjýtur eftir somu dúgvu

o Dómarin er samdur í, at skjúttin aftaná at hava rópt, var sjónliga órógvaður av uttanífrá komandi orsøk

o Dómarin varnast, at skjúttin ikki stendur rætt á plattinum (yvirtrakk)

o Dómarin metir, at skjúttin fyrstu ferð ikki heldur tíðarfreistina

o Dómarin av onkrari orsøk (og eftir at hava tosað við hjálpardómararnar) ikki kann gera av, um dúgvan var rakt ella ikki

o Skotið gongur av óviljað, áðrenn skjúttin hevur rópt eftir dúgvuni. Skjýtur skjúttin tá seinna skotið, verður úrslitið standandi. Hendir hetta aftur í somu rundu, verður dúgvan dømd mist, ella

o Fyrsta skotið ikki rakar og seinna skotið ikki gongur av orsakað av einum lógligum breki við antin byrsuni ella patrónini. Í hesum førum skal skjótast umaftur, og dúgvan má ikki rakast við fyrra skotinum. Rakar fyrra skotið, verður dúgvan dømd mist.

• Nýggj dúgva verður dømd, um skjúttin ikki hevur skotið, tá (9.8.8.3):

o Dúgvan verður send, áðrenn skjúttin hevur rópt

o Dúgvan ikki kemur beinanveg (delay)

o Dúgvan flýgur í óregluligum bana

o Lógligt brek er við byrsu ella patrón, ella

o Fyrra skotið ikki gongur av orsakað av lógligum breki við byrsu ella patrón, og skjúttin ikki skjýtur seinna skot; verður hetta skotið, verður úrslitið standandi

o Uttan so, at dómarin dømir No target áðrenn ella beint eftir, at skjúttin hevur skotið, kann skjúttin ikki krevja No target, um hann velur at skjóta, og orsøkin til kravið er, at dúgvan kom ov skjótt, ov seint ella í skeivum bana Brek

• Definitión: Ikki eydnast við rætt løddari byrsu at skjóta, tá avtrekkjarin verður tryktur, ella ein defekt patrón, sum ikki leverar fulla megi, tá løðingin verður skotin av, ella tá bæði skot ganga av samstundis, tá avtrekkjarin verður nortin einaferð, ella báðir avtrekkjararnir av óvart vera tryktir soleiðis, at bæði skotini fara samstundis (9.12.1)

• Skjúttin kann hava í mesta lagi 2 brek í hvørjari rundu, uttan mun til, um hann hevur skift byrsu ella patrónir. Allar regluligar dúgvur, sum orsakað av nýggjum breki við byrsu ella patrón ikki verða skotnar, verða dømdar mistar, uttan mun til um skjúttin roynir at skjóta ella ikki (9.12.2)

• Er dómarin samdur við skjúttanum, at einari byrsu tørvar ábøtur aftaná staðfest brek, kunnu stig takast í mun til hetta, sí ásetingina í 9.12.6 (9.12.2)

• Skjýtur skjútti við dublett, verður gingið út frá, at niðara løbið verður skotið fyrst (ella høgra løbið á side by side), uttan so, at skjúttin undan hvørjari rundu boðar dómaranum frá, at hann ætlar nakað annað (9.12.3)

• Avgerðir um brek við byrsu ella patrón verða tiknar av dómaranum (9.12.4)

• Um byrsan ikki virkar av einihvørji orsøk, skal skjúttin (9.12.4.1):

o Halda byrsuni peikandi í skotrætningin

o Ikki opna byrsuna o Ikki nerta sikringina

o Handa dómaranum byrsuna varisliga til eftirlits, um biðin, og

o Svara øllum spurningum frá dómaranum

• Skjúttin hevur ábyrgdina av at kanna byrsuna aftaná, at dómarin hevur latið honum hesa aftur !

• Hetta verður ikki mett sum brek (9.12.4.2):

o Skeiv handfaring av mekanismuni frá skjúttanum

o Gloymska at løða byrsuna í rætta kamarinum, ella

o Allir feilir, sum skyldast skjúttanum

• Patrónfeilir (patrónbrek) (9.12.4.3):

Dómarin tekur støðu til, um brek eru við patrónum. Hetta verður mett sum patrónbrek, tá slagstiftin sæst týðiliga í patrónini, og:

o Krútið ikki brestur

o Bert “Primarin” verður skotin

o Krútið ikki virkar/er í patrónini, ella

o Partar av løðingini eru eftir í løbinum

• Patrónir í skeivari stødd eru ikki at meta sum patrónfeilur. Tað er vandamikið at seta eina cal. 20 ella 16 patrón í cal. 12 løb og kann revsast sum vandamál

• Um dómarin ger av, at ein óvirkin byrsa ella brek við byrsu ella patrónum ikki skyldast skjúttanum, og at byrsan ikki kann reparerast nóg skjótt, kann skjúttin nýta aðra byrsu, um hendan kann fáast hendur á innan 3 minuttir eftir, at avgerðin er tikin (9.12.5.1)

ella at skjúttin við loyvi dómarans fer burturúr runduni og skjýtur hesa lidnað samsvarandi avgerð frá høvuðsdómaranum (9.12.5.2)

• Avgerð um óvirknað byrsu verður tikin av dómaranum, tá (9.12.6):

o Byrsan ikki kann skjóta

o Skjúttin aftaná 2 feilir/brek við byrsuni ella patrónum í somu rundu fær loyvi frá dómaranum at skifta hesa

o Byrsan ikki kastar út orsakað av mekaniskum breki, ella

o Aðrar orsøkir gera byrsuna ónýtiliga

• Skjútti, sum fer burtur úr runduni orsakað av breki, kann fáa ávíst møguleika at skjóta liðugt seinni. Hann skal standa á tí plássi, har hann var komin til, og dómarin síðan geva boð at byrja. Skjúttin fer síðan á plattin og skjýtur runduna lidna sum vant (9.12.7.1).

Dómarin skal tryggja, at úrslitið frá liðugtskjótingini og teirri ikki lidnu runduni eru røtt samanløgd (9.12.8) Javnt og shoot-off

• Tá javnleikur er áðrenn finalur (9.15.1.1):

o Um tveir ella fleiri skjúttar eru javnir, verður shoot-off eftir reglunum í 9.15.5. Skotið verður samsvarandi styrkitali, við at telja aftureftir ella við lutakasti, um annað ikki ber til.

o Eru fleiri shoot-off, verður tað ovara shoot-offi avgreitt fyrst.

o Hildið verður fram, til allar plaseringar í finaluni eru avgreiddar.

o Skjúttar, sum ikki røkka finaluna, fáa plasering sína (7. pláss osv.) avgjørt við at telja aftureftir.

o Skjútti, sum ikki er til staðar, tá shoot-off skal fara í gongd, fær ikki loyvi at skjóta, men fær lægsta plássið aftaná shoot-off.

• Javnleikur avgjørdur við at telja aftureftir, verður avgreiddur soleiðis (9.15.1.2): o Fyrst úrslitið í seinastu runduni (25 dúgvur)

o Undanfarna rundan osv.

o Eru allar rundur javnar, verður talt aftureftir dúgvu fyri dúgvu, frá teirri seinastu dúgvuni, til vinnari er funnin.

• Javnleikur í kappingum uttan finalur (9.15.2):

o Eru allar dúgvur raktar, ber ikki til at telja aftureftir, og skjúttarnir deila fyrsta plássið, men verða skrásettir í alfabetiskari røð (eftirnavn)

o Javnleikur fyri trý tey fremstu plássini skal altíð avgerast við shoot-off.

o Lægru shoot-offini verða avgreidd fyrst

o Javnleikur um fjórða pláss ella lægri verður avgjørt við at telja aftureftir. • Tíðarfreist ísbv. shoot-offs áðrenn finalur; tá dómarin hevur givið boð at skjóta ella skjúttin frammanundan hevur skotið, skal skjúttin fara á plattin, løða og rópa dúgvuna innan 12 sekund eftir, at hann er komin á plattin (9.15.4.4)

• Við shoot-off má bert løðast við einari patrón (ikki loyvt at nýta skotna ella klikkpatrón). Brot á hesa reglu gevur gult kort fyrstu ferð og mista dúgvu fyri endurtikin brot (9.15.5.2)

o Tá skotið er, fer skjúttin afturum hinar, sum ikki hava skotið, at standa.

o Verður skotið, tá ein ikki eigur tørn, verður úrslitið skrásett, og ávaring givin. Endurtikið brot viðførir mista dúgvu. Finalur Skjúttar byrja á platti 1-6 eftir, hvussu nógvar dúgvur, teir hava skotið (evt. shoot-off). Tá skotið er á einum platti, kann skjúttin flyta til næsta plattin. 12 sekund reglan er eisini galdandi í finalum (9.18.3.1)

o Aftaná 25 dúgvur fer skjúttin við fægstu dúgvunum út; stendur á jøvnum er tað skjúttin við lægsta kvalifikatións nummarinum. Aftaná 5 dúgvur afturat fer næsti skjútti út og gerst nr. 5 osv. Tá 40 dúgvur eru skotnar, fer skjútti nr. 3 út.

o Í OL-trap verða hvørjar 5 dúgvur aftaná tær 25 skotnar á hendan hátt; 2 høgradúgvur, 2 vinstradúgvur og 1 miðdúgva í tilvildarligari røð fyri hvønn finalist. o Tveir skjúttar halda fram at skjóta 10 dúgvur afturat; hesar dúgvurnar eru 4 høgradúgvur, 4 vinstradúgvur og 2 miðdúgvur í part í tilvildarligari røð. Er framvegis javnt verður shootoff.

o Tá onkur er sligin út, halda skjúttar fram á sama platti, sum teir byrjaðu.

o Shoot-off byrjar beinanveg, uttan at vísa dúgvur ella hava testskot. Skotið verður í somu raðfylgju, sum í finaluni. Aftaná at hava skotið, fer skjúttin afturum plattin, til hin hevur skotið. 12 sekund reglan er galdandi !

o Verður skotið í skeivari raðfylgju verður úrslitið skrásett, men gult kort givið. Endurtekur hetta seg, er dúgvan mist.

o Staðfestir dómari brek við byrsu ella patrónum, sum skjúttin ikki er orsøk til, kann hesin fáa í mesta lagi 3 minuttir at umvæla byrsuna, fáa nýggja byrsu ella patrónir til vega. Kann hetta ikki gerast innan 3 minuttir, má skjúttin fara úr finaluni (9.18.5)

o Skjútti, sum fer úr finaluni, fær plasering eftir teimum dúgvum, sum hann hevði skotið, tá hann gavst.

o Skjútti kann hava í mesta lagi 2 feilir í finaluni, íroknað shoot-offs, uttan mun til, um hann hevur roynt at rætta brekið.

o Framhaldandi feilir hava við sær mista dúgvu, uttan mun til, um skjúttin royndi at skjóta ella ei.

o Protest frá skjúttanum um “rakt, mist, nýggj dúgva ella óregluliga dúgvu” skal fráboðast við at lyfta armin og protestera, áðrenn næsti skjútti skjýtur; annars er tað ov seint. Dómarin steðgar skjótingini, tosar við hjálpardómarar og tekur so avgerð (9.18.6).